17-10-2012 22:16

Til føroyingar, ið búgva uttanlands

Flestu netmiðlar í heiminum, sum varpa sjónvarp og útvarp á netinum, avmarka møguleikarnar at síggja og hoyra sendingar einans til tey, sum búgva innan landamørkini.

Í Kringvarpsins føri kunnu bara tey, sum búgva í Føroyum og hava skyldu at gjalda Kringvarpsgjald, síggja allar sendingar - tvs. beinleiðis sjónvarp/útvarp alla senditíðina.

Fólk, sum búgva uttanfyri Føroyar og ikki gjalda Kringvarpsgjald, hava bert møguleika fyri at síggja/hoyra føroyskt framleiddar sendingar á netinum - tvs. ikki tær útlendsku sendingar, sum Kringvarpið sendir.