17-10-2012 22:21
Tú ert her: Forsíða > Um KVF > Sendinetini

Sendinetini

Fleiri møguleikar eru at hoyra og síggja sendingarnar hjá Kringvarpinum. Útvarpssendingar kunnu hoyrast beinleiðis á FM, MB og á netinum, meðan sjónvarpssendingar kunnu síggjast umvegis sendinetini hjá Mentamálaráðnum og Televarpinum, umframt á netinum.

Haraftrat eru flest allar sendingar atkomuligar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum - beinleiðis og/ella eftir at tær eru sendar eisini.

Mentamálaráðið eigur og umsitur almennu sendinetini, sum Kringvarpið sendir á. MMR hevur gjørt avtalu við Føroya Tele, at taka sær av dagliga rakstrinum av hesum netunum.

Meira fæst at vita um søguna aftanfyri sendinetini á síðuni um søguna hjá Kringvarpi Føroya her.