17-10-2012 22:29
YNSKJA TYGUM AT KEYPA SENDINGAR HJÁ KRINGVARPINUM?

Um tygum eru áhugað/ur í einihvørjari sending – útvarps- ella sjónvarpssending – ber til at bíleggja hana frá Kringvarpinum. Vit finna sendingina fram og brenna hana á fløgu til tygara.

Jú meiri, tygum vita at siga um tilfarið, tygum skulu brúka, jú lættari er tað hjá okkum at finna tað fram. Tað er okkum ein stór hjálp, um tygum vita, hvør ið hevur lagt sendingina til rættis, nær sendingin er send, heitið á sendingi, nøvn á luttakarum og tílíkt.

OBS! Alt tilfar í savninum kann keypast, tó ikki tónleikur.

Samband:
Kringvarpssavnið
Kringvarp Føroya
Norðari Ringvegur 20
Postboks 1299
FO-110 Tórshavn

Tlf. 34 75 00  (Spyrjið antin eftir Útvarpssavninum ella Sjónvarpssavninum)

Teldupostur: savn@kringvarp.fo

Upplatingartíðir:
Mánadag-hósdag: 10-15 og fríggjadag: 10-14.